Føroyskir gravsteinar
Á Føroya Grótvirki gera vit gravsteinar úr føroyskum basalti. Í Høvdarhaga í Skopun hava vit á Føroya Grótvirki egið grótbrot. Har fáa vit tað ráa basaltgrótið, ið vit skera, polera og tilevna til tey ymisku sniðini av gravsteinum.
Stórur partur av okkara gravsteinum hevur hápoleraða framsíðu, ið tekstur og annað verður sandblást í. Men eisini kunnu hesir gravsteinar hava slípaða ella skorna framsíðu. Kantarnir á gravsteininum verða høgdir til, soleiðis at gravsteinurin fær ynskta sniðið.
Ofta hava gravsteinarnir eitt blómubeð frammanfyri at seta blómur í. Tá verður ein garður, høgdur á báðum síðum, tilevnaður at seta frammanfyri. Ella ein pláta verður løgd frammanfyri, sum kann hava hol í av einhvørjum sniði, soleiðis at til ber at seta blómur í.
Eisini arbeiða vit við hagagróti, ella natúrsteinum. Her ber til, sum við teimum tilevnaðu gravsteinunum, at sandblása tekst í, eins og til ber at seta bronsutekst á.
Her á síðuni eru myndir av nøkrum av teimum gravsteinum, ið vit hava gjørt. Ofta, tá ið fólk skulu velja gravstein, verður snið valt eftir einum av teimum, ið er her á síðuni. Men vit viðmæla eisini fólki at fara í kirkjugarðar fyri at fáa íblástur til snið og annað.
Tá ið vit fáa snið, tekst og annað viðvíkjandi gravsteininum, kunnu vit geva útgreinað og óbindandi tilboð upp á gravsteinin.
Skal gravsteinurin vera føroyskur, gjørdur úr føroyskum basalti, er Føroya Grótvirki rætta valið.
Vit spreingja sjálvir teir ráu basaltklettarnar úr okkara grótbroti í Høvdarhaga í Skopun. Vit skera grótið, vit polera ella slípa grótið, eins og vit høgga og tilevna grótið til júst tann gravsteinin, ið biðið verður um. Vit seta tekst á gravsteinin, og vit tilevna blómubeðið, ið verður sett framman fyri gravsteinin. Og eisini seta vit gravsteinin upp í kirkjugarðinum.
Eisini hava vit hópin av gravarpríði og bronsu at seta á gravsteinin og grøvuna.

Gravsteinur nr. 1001

Gravsteinur nr. 1002

Gravsteinur nr. 1003

Gravsteinur nr. 1004

Gravsteinur nr. 1005

Gravsteinur nr. 1006

Gravsteinur nr. 1007

Gravsteinur nr. 1008

Gravsteinur nr. 1009

Gravsteinur nr. 1010

Gravsteinur nr. 1011

Gravsteinur nr. 1012

Gravsteinur nr. 1013

Gravsteinur nr. 1014

Gravsteinur nr. 1015

Gravsteinur nr. 1016

Gravsteinur nr. 1017

Gravsteinur nr. 1018

Gravsteinur nr. 1019

Gravsteinur nr. 1020

Gravsteinur nr. 1021

Gravsteinur nr. 1022

Gravsteinur nr. 1023

Gravsteinur nr. 1024

Gravsteinur nr. 1025

Gravsteinur nr. 1026

Gravsteinur nr. 1027

Gravsteinur nr. 1028

Gravsteinur nr. 1029

Gravsteinur nr. 1030

Gravsteinur nr. 1031

Gravsteinur nr. 1032

Gravsteinur nr. 1033

Gravsteinur nr. 1034

Gravsteinur nr. 1035

Gravsteinur nr. 1036

Gravsteinur nr. 1037

Gravsteinur nr. 1038
Gravsteinur nr. 1039


Gravsteinur nr. 1040

Gravsteinur nr. 1041

Gravsteinur nr. 1042

Gravsteinur nr. 1043

Gravsteinur nr. 1044
Gravsteinur nr. 1045


Gravsteinur nr. 1046

Gravsteinur nr. 1047

Gravsteinur nr. 1048

Gravsteinur nr. 1049

Gravsteinur nr. 1050

Gravsteinur nr. 1051

Gravsteinur nr. 1052

Gravsteinur nr. 1053

Gravsteinur nr. 1054

Gravsteinur nr. 1055

Gravsteinur nr. 1056
Gravsteinur nr. 1057


Gravsteinur nr. 1058
Gravsteinur nr. 1059
Gravsteinur nr. 1060



Gravsteinur nr. 1061
Gravsteinur nr. 1062
Gravsteinur nr. 1063


Gravsteinur nr. 1064
Gravsteinur nr. 1065
Gravsteinur nr. 1066




Gravsteinur nr. 1067

Gravsteinur nr. 1068

Gravsteinur nr. 1069
Gravsteinur nr. 1070

Gravsteinur nr. 1071

Gravsteinur nr. 1072


Gravsteinur nr. 1073

Gravsteinur nr. 1074
Gravsteinur nr. 1075

Gravsteinur nr. 1076

Gravsteinur nr. 1077

Gravsteinur nr. 1078


Gravsteinur nr. 1079
_JPG.jpg)
Gravsteinur nr. 1080
